2021-09-27 12:00

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldan er kend, verður upplýst á corona.fo.
Tríggir persónar afturat eru staðfestir frískir, og sostatt eru 74 persónar smittaðir í løtuni.
813 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið, og 369 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald