Tað er ógvuliga nógvur vindur kring landið, og náttúrumegin hevur gjørt um seg í gjárkvøldið og í nátt. Hetta er gingið útyvir nakrar bygningar ymsastaðni í landinum.
Løgreglan fekk fyrstu fráboðanin kvart yvir ellivu í gjárkvøldið, tá ein tekja var við at ríva í Vága. Aðrastaðni í Suðuroynni, í Hvalba, varð takið á einum húsum eisini merkt av vindinum: Eitt takpapp var við at loysna
Úr Klaksvík komu tvær fráboðanir um skaða orsaka av vindi. Ryggásin á einum taki fór illa í vindinum, og tað gjørdi ein klædningurin á einum øðrum húsi eisini.
Í høvuðsstaðnum var eisini ein klædningur á einum sethúsum, ið fekk skaða.
Alt í alt hevur sostatt ikki verið talan um so nógvar skaðar, og tíbetur er eingin mannskaði orsaka av veðrinum.
Vakthavandi upplýsir, at alt hendi seint í gjárkvøldið ella í nátt, og at eingin nýggj fráboðan er komin í morgun.
Les eisini: Bussarnir standa stillir í dag - eingin sigling millum oyggjarnar fyrrapartin
Sí veðrið her
Innanlands
Fimm stormskaðar í gjárkvøldið og í nátt
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at talan hevur verið um nakrar meteriellar skaðar á klædningar og tekjur - einki er hent í morgun, og eingin fólkaskaði er
2020-01-08 07:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald