Uttanlands

Fimti dagur á rað: Talið á nýggjum tilburðum í Danmark er undir 100

10.791 eru nú skrásett smittað í Danmark, og næstan 369.000 fólk eru kannað fyri smittu

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-05-15 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru 78 nýggir tilbuðir av COVID-19 skrásettir í Danmark. Sostatt er samlaða talið á skrásettum tilburðum komið upp á 10.791.

Hetta er fimti dagur á rað, at dagliga talið á nýggjum tilburðum er undir 100.

Av teimum næstan 11.000, sum eru skrásett smittað í Danmark, verða 8.805 teirra ikki roknað sum smittað longur.

Myndugleikarnir í Danmark skráseta ikki fólk sum frísk, men er ein persónur ikki innlagdur ella deyður 14 dagar eftir, at smittan er staðfest, verður viðkomandi ikki longur roknaður sum smittaður.

Sambært Ritzau eru 368.889 fólk kannað fyi koronasmittu í Danmark. Her verða fólk, sum enn bíða eftir svari og kanningar, sum ikki góvu eitt greitt úrslit, tó ikki roknaðar uppí, og kann veruliga talið sostatt vera mundandi hægri.

Í Danmark hevur mann sett fleiri tiltøk í verk fyri at kanna fleiri fólk fyri koronasmittu. Mikudagin kom talið á kanningum uppum 400.000. Hetta tí at summi eru vorðin kannað meira enn eina ferð.

Sambært seinastu uppgerðini frá heilsumyndugleikunum, er smittutalið í Danmark í løtuni 0,7. Hetta merkir, at ein, sum er smittaður við COVID-19 í miðal smittar 0,7 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder