Kvøldskúlin er sera vælumtóktur í Kollafirði, á Signabø og á Oyrareingjum, tí ikki minni enn fimti hvør íbúgvi hevur gingið á kvøldskúla í vetur.
Ikki bara hevur næmingatalið verið omanfyri tveyhundrað, men ikki færri enn seks hundrað møttu til framsýningina í gjár, skrivar Tórshavnar kommuna.
Árliga framsýningin av næmingaavrikum í kvøldskúlanum var í fimleika- og ítróttarhøllini í Kollafjarðar skúla í gjár. Ben Arabo setti framsýningina og Guðrun Sólja og Hildibjartur framførdu.
Næmingar hjá Paulinu M. K. Eliasen og Aslaug Joensen sýndu fram føroysk klæði og møtlar, næmingar hjá Annu Margit Arabo høvdu fimleikaframsýning og næmingar hjá Guðrun Sólju og HIldibjarti spældu og sungu.
Innanlands
Fimti hvør kollfirðingur á kvøldskúla
Ikki minni enn fimti hvør íbúgvi í Kollafirði hevur gingið á kvøldskúla í vetur
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-04-01 19:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald