Innanlands

FINA til Føroyar at góðkenna langhylin

Í 2015 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera byggiskrá fyri langhyl

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-09-25 12:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10. oktober fer borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen saman við umsitingini at hava fund við Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee (nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA), á Ráðhúsinum í Havn. Eisini luttaka umboð fyri Svimjisamband Føroya.

Endamálið við fundinum er at staðfesta, hvussu langhylurin verður gjørdur, so verður góðkendur til altjóða kappingar, ið ynski er at fáa til landið.

Í fjør varð avgjørt at útseta projekteringina eitt ár, orsakað ov nógvum virksemi og ov nógvum íløgum, men nú eru samráðingarnar tiknar upp aftur.

Umsitingin er í løtuni í holt við endaligar samráðingar um ráðgevarasáttmála við vinnandi ráðgevaratoymið. Endaliga uppskotið til sáttmála kemur fyri Tórshavnar býráð í november.

Meira um verkætlanina kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder