2025-05-17 14:51

Sum kunnugt fer føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen á pall í Eurovision finaluni í kvøld, og Tórshavnar kommuna fer at vísa finaluna á stórskíggja í Vágsbotni.
– Okkara Sissal fer á pallin sum nummar 22 av 26 luttakarum, og vónar kommunan, at fólk taka undir við tiltakinum og soleiðis stuðla føroysku songkvinnuni, skrivar tórshavn.fo.
Eurovision finalan verður í kvøld klokkan 20
Les eisini: Vænta at Sissal fær eitt gott úrslit í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald