2018-10-05 08:24
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu avsetti pening á fíggjarætlanini fyri 2018 at leggja nýggja vatnleiðing av Strondum til Kolbeinagjógv, soleiðis at húsini við Kolbeinagjógv kundu fáa reinsað vatn.
R-transport, við Rasmusi Frederiksberg, hava staðið fyri arbeiðnum at grava og leggja vatnleiðingina, við hjálp frá arbeiðsmonnunum hjá Sjóvar kommunu.
Í gjár varð nýggja vatnleiðingin knýtt í vatnleiðingina við Kolbeinagjógv, soleiðis at reinsaða vatnið rann oman í húsini við Kolbeinagjógv, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald