Uttanlands

Finnland: Maður dømdur fyri krígsbrotsverk í Ukraina

38 ára gamli maður hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk framd í Ukraina í 2014 og 2015

Jan Petrovskij í rættinum í desember 2024 (Mynd: Reuters)

Jan Petrovskij í rættinum í desember 2024 (Mynd: Reuters)

2025-03-15 19:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein dómstólur í Finnlandi gav í gjár einum russiskum manni lívlanga fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk í Ukraina.

Maðurin, Jan Petrovskij, sum eisini er kendur undir navninum Voislav Tordesum er 38 ára gamal. Hann varð ákærdur fyri at hava framt fimm krígsbrotsverk í eystara parti av Ukraina í 2014 og 2015. Hann varð funnin sekur í fýra av ákærunum men noktaði seg sekan.

Maðurin skal hava verið sjálvboðin limur í vápnaða bólkinum Rusitsj, sum verður lýstur sum nýnasistiskur, og sum framdi álop á ukrainsk herfólk í Luhansk í september 2014, har 22 ukrainsk herfólk skulu hava latið lív, og fýra onnur blivu álvarsligað løstað.

38 ára gamli maðurin varð handtikin í Finnlandi á sumri 2023, og í desember sama árið varð hann skuldsettur fyri krígsbrotsverk.

Hetta er fyrstu ferð, at ein dómstólur í Finnlandi hevur dømt nakran fyri krígsbrotsverk í Ukraina. Málið varð viðgjørt í Finnlandi, tí finski hægstirætturin ikki metti, at maðurin fór at fáa eina rættvísa viðferð í Ukraina, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder