Innanlands

Fiskaaling: Nógv vitan um aling seinastu nógvu árini

Ikki rætt, at eingin vitan um árin frá alivinnuni er fingin til vega, vil Fiskaaling vera við

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-11-15 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fjølmiðlaumrøðuni seinastu dagarnar er komið fram, at stórur tørvur er á vitan um árin frá alivinnuni á føroysku firðirnar.

- Ein kann tí fáa ta fatan, at lítil og eingin vitan um árin frá alivinnuni á føroysku firðirnar eru fingin til vega seinastu nógvu árini. Hetta er ikki rætt, sigur Fiskaaling á heimasíðuni í dag.

- Fiskaaling hevur síðani 2008 lagt áherðslu á at framleiða og savna inn vitan um føroysku firðirnar. Stórur dentur hevur verið lagdur á at kanna rákið á firðunum, tí streymviðurskiftini eru avgerandi fyri rættari staðseting av alibrúkum – eisini í mun til dálking.

- Nógvar kanningar eru gjørdar av lús og smittuspjaðing og umstøðunum at ala á harðbalnum økjum, sigur Fiskaaling millum annað.

- Hóast nógv vitan er framleidd seinastu árini, er framvegis tørvur á nýggjari vitan, sum millum annað skal verða grundarlag undir eftiransingini, ið skal tryggja burðardygga nýtslu av firðunum. Nevnast kann, at Fiskaaling fyrr í ár fekk játtað granskingarstuðul frá Granskingarráðnum til eitt arbeiði, hvørs endamál er at menna eitt samanberingargrundarlag fyri botndjórasamfeløg við útgangsstøði í føroysku náttúruni.

- Fiskaaling er av teirri fatan, at nýggj vitan um føroysku firðirnir áhaldandi verður løgd afturat verandi vitan. At eyðmerkja, hvørja vitan okkum væntar, er partur av arbeiðinum hjá Fiskaaling. Fiskaaling strembar tí støðugt eftir at leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at heildarfatanin av vistskipanunum á føroysku firðunum kann betrast sum mest, sigur Fiskaaling á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder