Løgtingið skal í dag viðgera spurningin um skipanin við fiskidøgum skal halda fram í eitt ár afturat, hóast tingið fyri einum ári síðan samtykti at skifta fiskidagaskipanina út við eini kvotuskipan.
Men tað eydnaðist ikki Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskimálum, at koma við einum uppskoti um hetta í nóg góðari tíð fyri at tað kundi samtykkjast sambært vanligum mannagongdum innan ársskiftið.
Í gjár boðaði Høgni Hoydal so frá, at arbeiðið ikki ber á mál á hesum sinni, og tí verður fiskidagaskipanin longd við einum ári. Sum skilst ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot hesum viðvíkjandi fram við 17 undirskriftum frá tingfólkum sum eru neyðugar fyri at kunna víkja frá tíðarfreistunum.
Les: Kvotaskipanin útsett í eitt ár
Men samgongutingfólk hava longu eitt líknandi uppskot í tinginum. Tað eru framsóknartingkvinnurnar Ruth Vang og Hanna Jensen, sum 24. oktober løgdu fram uppskot um at leingja dagaskipanina við einum ári – eitt uppskot, ið kom rættiliga óvant á samgonguna.
6. november tóku framsóknarkvinnurnar uppskotið aftur, men hesum eftirlíkaði andstøðan ikki. Tað er rættur andstøðunnar at leggja eitt uppskot framaftur, um tað verður tikið aftur, og henda møguleikan brúkti Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Uppskotið, sum upprunaliga kom frá Framsókn, er millum tey, ið fáa fyrstu viðgerð á tingfundinum, sum verður settur klokkan 10 fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald