Fjarhitanetið í Tórshavn verður nú bygt út, so fleiri kunnu fáa gagn av fjarhita. Í næstum verða Finsen, SMS og nýggja Politistøðin íbundin, og síðan verður møguleiki hjá sethúsum at fáa fjarhita eisini.
Talan er um eina drúgva verkætlan, sum fer at órógva ferðsluna í høvuðsstaðnum í byggitíðini. Stór skelti verða sett upp, sum greitt vísa, hvørji øki eru stongd og nær.
Ein liður í framtíðarætlanunum er, at Fjarhitafelagið fer at leggja høvuðsfjarhitanetið um alla Havnina. Fjarhitaleiðingarnar koma frá Brennistøðini á Hjalla og SEV á Sundi, stórir partar av Hoyvíkini hava fjarhita, og í fjør varð leiðing løgd oman eftir Villingardalsvegnum og Gundadalsvegnum, umframt aðrastaðni.
Nú verður so fjarhiti lagdur frá EFFO í Gundadali oman til Finsen. Roynt verður at tryggja, at íbúgvar, stovnar og vinnurekandi verða órógvað so lítið sum møguligt, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Ein faldari er gjørdur í hesum sambandi, sum kemur í hvørt hús.
Innanlands
Fjarhiti lagdur í Hoydalsvegin
Fjarhitanetið í Tórshavn verður nú bygt út
2018-10-03 11:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald