Fróðskaparsetrið skipaði seinnapartin fríggjadagin 3. mai fyri einum granskingardegi í Kongshøll. Adjunktar og ph.d.-lesandi løgdu fram um aktuella gransking, sum tey arbeiða við. Tað vóru 23 framløgur, hvør framløga var 5 minuttir.
Hetta var ein sera forvitnisligur seinnapartur, sum gav innlit í tað stóra fjølbroytni, sum er granskingarliga á Fróðskaparsetrinum. Her vóru fólk frá fimm ymsum deildum og onkur afturat, sum er knýttur at Setrinum. Nakrar verkætlanir eru lidnar, summar eru væl ávegis, nakrar eru nýliga byrjaðar og tvær verkætlanir fara eftir ætlan í gongd í heyst.
Av teimum 21 verkætlanunum, sum eru í gongd ella eru lidnar, hava 13 fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Hetta undirstrikar týdningin av hesum slagnum av stuðulsjátttanum, sum geva granskarum í Føroyum møguleika at arbeiða miðvíst og hugsavnað við ávísum evnum í eitt tíðarskeið, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.
Kvinnurnar í stórum meiriluta
Av teimum 23, sum løgdu fram, vóru 19 kvinnur og 4 menn. Hetta býtið er ikki heilt umboðandi starvsfólkahópin á Setrinum, men tað vísir, at av teimum nýggju starvsfólkunum, sum leggjast afturat, er meirilutin kvinnur. Tað finnast ikki neyv hagtøl í Føroyum, men tað er eingin ivi um, at hendan myndin líkist henni í londunum kring okkum, har tað eru alt fleiri kvinnur, sum velja granskarayrkið. Søguliga hava nógv fleiri menn enn kvinnur verið granskarar. Á ovastu rókunum eru tað enn væl fleiri menn enn kvinnur, bæði sum rektarar, dekanar og professarar, bæði í Føroyum og uttanlands. Spurningurin um javna kynsumboðan á øllum stigum í granskingarverðini stendur ovarlaga á dagsskránni í Evropa. Tað átti hann eisini at gjørt í Føroyum.
Latið dyrnar á víðan vegg
Tiltakið var skipað sum starvsfólkadagur fyri fólk á Setrinum, men einstøk onnur fingu eisini høvi at vera við, millum annað úr Granskingarráðnum. Umframt framløgur var ymiskt gott til góman og høvi at práta við tey, sum løgdu fram, og at hoyra meira um teirra verkætlanir, og annars við starvsfelagar frá ymsu deildunum.
Helst vóru gott 100 fólk tilsamans til tiltakið.
Yvirlit yvir framløgur
1. Heini í Skorini: ”Vísindi sum ein politiskur vígvøllur: Hvussu politisk og mentanarlig virði mynda okkara hugburð til vísindi”
2. Runa Preeti Isfeld: “Transdisciplinary approach to research” - GRF
3. Hallbera West: “Politisku Føroyar: Eru vit heilt serlig ella púra vanlig?” - GRF
4. Erling Isholm: “Kollvelting úr erva”
5. Ragnheiður Bogadóttir: “Staðbundin vitan og lendisplanlegging í Føroyum"
6. Sigri Gaini: “Framsøgufrælsi og haturstala” - GRF
7. Helma Maria Tróndheim: "Orkubalansan á framtíðar elnetinum" - GRF
8. Turið Poulsen: "Vindorka í Føroyum"
9. Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu: "Kortlegging av sildaarvamassanum og menning av arvafrøðiligum stovnsumsitingaramboði" - GRF
10. Ása Jacobsen: "”Gaping” í laksaflaki lýst við biotøkni" - GRF
11. Tóra Petersen: “hetja.fo”
12. Tóta Árnadóttir: "Mentanarflutningur millum ættarlið"
13. Louise Meier Carlsen: “Digital Tools in Mathematics Education” - GRF
14. Kalpana Vijayavarathan: "Teacher cognition and the teaching of speaking in TEFL"
15. May-Britt Skoradal: “Fótbóltur sum heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltak” - GRF
16. Annemi Joensen: "Útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing - ein søgulig kanning av sjúkrasystraútbúgvingini í Føroyum frá 1920 til 2017"
17. Kristianna Lund Dam: “At navigera í einum “óforútsigiligum” dagligdegi. Ein kvalitativ metasyntesa av, hvussu børn hjá foreldrum uppliva sína tilveru." - GRF
18. Ása Róin: "Heimahjálp til eldri borgarar; hvussu riggar sæð út frá einum brúkarapersspektivi?"
19. Marnar Súnason Kristianssen: "Cancer Epidemiology in the Faroe Islands" - GRF
20. Tórur Sjúrðarson: "Týdningur av angiotensin converting enzyme (ACE) virkisstigi fyri tillaging til kropsliga venjing"
21. Amanda Vang: "Targeting chronic inflammation" - GRF
22. Anna Sofía Veyhe: "Diabetes typa 2 í Føroyum" - GRF
23. Malan Johansen: "ALS gransking í Føroyum" - GRF
Tær verkætlanir, sum hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum eru merktar GRF. Til ber at lesa um allar verkætlanirnar í Stuðulsyvirlitinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald