Í døgunum frá 25. apríl til 4. mai er Mentunarvika í Vági. Skráin fyri mentunarvikuna er fjøltáttað og fevnir um alt frá hátíðar-flaggdagshaldið, nú tað eru 100 ár síðani at Merkið varð teknað, til fyrilestrar, tónleik, mat-tiltøk, rørslu og ítrótt, andalig tiltøk, og gongutúrar í nærumhvørvinum.
Mentanarvikan byrjar við flaggdagshaldi tórsdagin við skrúðgongu og røðu. Bjartur Nolsøe heldur flaggdagsrøðuna í Vági í ár.
Leygardagin er ruddingardagur sum partur av mentanarvikuni. Ruddingardagurin er aftur í ár skipaður sum eitt ABC fyri Sálarliga heilsu-tiltak.
Ruddingin verður skipað kring allan býin, og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.
Ruddað verður fram til middags, tá suppa verður bjóðað í Garðslon. Plantupakkar verða eisini latnir tá fólk koma aftur í Garðslon at fáa sær suppu. Í plantupakkunum eru runnar og trø.
Mánadagin 29. apríl verður ein fyrilestur hjá Ole Wich við heitinum “Asnaspark til list og listabrúk – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?”.
Mikudagin 1. mai verður ein matgonga í Vági. Talan er um eitt øðrvísi mattiltak. Gongan vitjar á fýra matstøðum í Vági, sama kvøldið, har borðreitt verður við einum betri bita og onkrum leskandi afturvið.
Matgongan byrjar í Miðlatúni har gestirnar verða býttir í bólkar, og fara so runt frá einari matstovu til aðra. Á hvørjari matstovu verður bjóðað ein rættur og drykkivørur afturvið. Steðgað verður á hvørjari matstovu í umleið 25 minuttir og verða so brúktir 5-10 minuttir at ganga til næsta matstað.
Hósdagin 2. mai byrjar Dansibandsfestivalurin við einum ‘Syngið og dansið við”-tiltaki á Hamragarði, sum er eitt tiltak serliga ætlað teimum eldru.
Fríggjadagin 3. mai verður rørslufagnaður um dagin og dansibandsfestivalur um kvøldið. Á skránni er konsert við Blátt Gras og felagssangur við Hjalmar & Dagfinn. Seinni verður dansur í Vágs Høll við luttøku av Gutta fra Scandinavia úr Noregi og lokalu Hans Jacob og vinmonnum.
Dansibandsfestivalurin heldur fram leygardagin 4. mai við m.a. dansibandsgudstænastu við Anne Mette Greve Klemensen, krillkvøldi og tónleikinum um kvøldið verður við Gutta fra Scandinavia og føroyska orkestrinum Sunrise.
Fullfíggjað skrá fyri mentanarvikuna í Vági sæst á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald