Fleiri ferðir hjá Atlantic Airways eru í dag avlýstar og útsettir. Orsøkin er, at eitt tekniskt brek varð funnið á eina flogfarinum, sum kom til Keypmannahavnar í gjárkvøldið.
RC430, sum skuldi koma úr Bergen í morgun klokkan 8 varð avlýst, meðan RC414, sum skuldi flúgva til Edinburgh úr Vágum klokkan 12, er útsett til klokkan 13:25. Eisini er koman hjá RC101 úr Keypmannahavn flutt frá klokkan 11 til klokkan 13:05, meðan RC431, sum skuldi koma úr Bergen til Vágarnar klokkan 11:15 og RC453 úr Keypmannahavn klokkan 13:40 eru avlýstir.
Tekniska brekið, varð funnið á RC459 í gjárkvøldið. Tað var ein lutur, sum hevði eitt brek, og hesin luturin er nú útskiftur og flogfarið er á veg aftur til Føroyar.
- Brekið varð funnið á RC459 í gjárkvøldið, tá teir lendu. Tí kundu teir ikki fara á flog aftur í gjárkvøldið. Tíbetur høvdu vit eitt annað flogfar í Keypmannahavn, og tí kundi vit flúgva ferðafólkið til Føroyar við tí í gjárkvøldið, verður sagt úr Atlantic Airways.
Ferðandi, sum skuldi við RC431 úr Bergen til Vágarnar og við RC453 úr Keypmannahavn, eru umbookaði til RC450 úr Keypmannahavn, sum lendir klokkan 14.15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald