![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er vaksandi veður kring landið, og frá í morgun hevur tað ávirka samferðsluna
Tær flestu bussleiðirnar steðgaðu: 700 og 701 í Suðuroy, 500 og 504 í Norðuroyggjum, 100 og 101 á Streymoynni, leið 300 (flogrutan), leið 400 (Tórshavn - Klaksvík), og 200, 201 og 202 í Sundalagnum og norðureftir. Síðani eru leið 600 og 601 á Sandoynni steðgaðar at koyra, og frá klokkan 14:30 gevast 440, 442 og 481 í Eysturoynni.
Teistin er farin í sigling aftur og siglir seinasta túr klokkan 19.10 av Gomlurætt. Annars siglir Leið 61 (Gamlarætt - Hestur) ikki nú. Ternan siglir ikki seinastu túrarnar um Nólsoyarfjørð í kvøld, og einasti túrur Smyril siglir ein túr afturat í dag er av Havnini klokkan 16:00.
Allar dagføringarnar síggjast her
Her sæst veðrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald