2018-12-06 09:52
Illfýsið er í veðrinum í dag, og tí hevur Strandferðslan eisini avlýst fleiri túrar í dag.
Smyril avlýsti túrin av Havnini klokkan 8.30 í morgun, og sostatt verður ætlaði túrurin av Drelnesi klokkan 11 ikki sigldur. Smyril siglir av Havnini aftur klokkan 13.30, verður upplýst á ssl.fo
Eisini Teistin hevur avlýst í morgun. Siglt verður ikki av Skopun fyrr enn klokkan 10.30. Orsaka av hesum, verður tingfundurin ikki settur sum ætlað klokkan 10. Tingfundurin er útsettur til klokkan 11.30 ’vegna veður’ skrivar Páll á Reynatúgvu, tingformaður, á Facebook í morgun.
Eisini túrarnar til Svínoyar og Fugloyar og út til Skúvoyar eru avlýstir í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald