2018-11-25 09:50
Seinnapartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðslukanningar í Klaksvík og í Eysturoynni.
Her vísti tað seg, at fleiri bilførarar ikki vóru í trygdarbelti, og at fleiri tosaðu í handhildnari telefon, meðan koyrt varð. Hesi hava øll fingið bót.
Ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið umframt eina bót fyri at yvirhála á vegnum gjøgnum Lambareiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald