Uttanlands

Fleiri dripin í álopi á flóttafólkalegu í Miðafrika

Í minsta lagi 42 eru deyð, men enn verður leitað eftir øðrum.

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-11-17 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 Í minsta lagi 42 fólk hava latið lív, og fleiri onnur vórðu særd í einum álopi móti einari flóttafólkalegu í Aliandro í Miðafrika. Tað skrivar DR.

200.000 fólk búðu í flóttafólkaleguni, sum var rikin av einum katólskum felagskapi.

Túsundatals fólk vórðu biðin um at rýma av staðnum, tá eldur kom í.

Hetta hendi hósdagin. Tað byrjaði við, at fleiri muslimar vórðu dripnir av stríðshugaðum kristnum. Hetta elvdi til, at ein bólkur av muslimum hevndi seg við at leypa á flóttafólkaleguna.

Í minsta lagi 42 eru deyð, harav ein katólskur prestur, men enn verður leitað eftir øðrum. Legan er brend niður í grund, og fólk hava leitað sær móti øðrum legum í býnum.

Tey seinastu árini eru túsundatals fólk deyð í stríðnum í Miðafrika. Uml. ein fimtipartur av fólkinum, sum telur 4,5 milliónir fólk, eru rýmd frá heimi sínum.

Stríðið byrjaði í 2013, tá ein muslimskur uppreistrarbólkur setti táverandi forsetan, Francois Bozize, frá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder