Uttanlands

Fleiri enn 7.000 eru nú deyð í Spania

Í dag er triði dagur á rað, at deyðstalið er hægri enn 800 – fleiri enn 85.000 tilburðir eru nú skrásettir í Spania

Spanskir hermenn í Benidorm (Mynd: EPA)

Spanskir hermenn í Benidorm (Mynd: EPA)

2020-03-30 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hava 812 fólk við koronasmittuni latið lív í Spania, og er samlaða deyðstalið nú komið upp á 7.349.

Hetta er triði dagur á rað, at fleiri enn 800 fólk við koronasmittuni lata lív í landinum, sum nú hevur staðfest fleiri enn 85.000 tilburðir.

Leygardagin var talið 832, og í gjár var talið 838.

Í Evropa er tað bert Italia, sum hevur fleiri staðfestir smittutilburðir og andlát enn Spania. Har eru fleiri enn 90.000 staðfestir tilburðir, og fleiri enn 10.000 eru deyð, vísir uppgerð frá Johns Hopkins University.

Sambært Jyllands-Posten er heilsuverkið í landinum í løtuni undir stórum trýsti, hóast mann hevur sett strang tiltøk í verk fyri at minka um smittuspjaðingina.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder