Undir koronakreppuni verður ikki mett ráðiligt at taka í hondina á hvørjum øðrum, og tað hevur skapt ein trupulleika í Danmark, har mann skipar fyri sonevndum lógvatakshátíðarhaldum fyri nýggjum ríkisborgarum.
Hesi hátíðarhaldini skipa kommunurnar fyri tvær ferðir um árið, men danska stjórnin hevur mælt til, at tey verða útsett undir koronakreppuni.
Hetta meta summir flokkar vera órímiligt, og tí eigur at bera til hjá útlendingum at fáa danskan ríkisborgaraskap uttan eitt lógvatak, siga umboð fyri Enhedslisten og Radikale Venstre.
– Tað er jú fullkomiliga órímiligt at samtykja lógir, sum eru ómøguligar hjá borgarum at yvirhalda, sigur Peder Hvelplund, framsøgufólk hjá Enhedslisten í málum um heimarætt. Hann undirstrikar, at hesir borgarir annars lúka allar treytir í sambandi við ríkisborgaraskap, og er tað einasta, sum tey mangla at luttaka í einum hátíðarhaldi, sum varð samtykt av symbolpolitiskum orsøkum.
– Hetta fer kanska at vara fleiri mánaðir, áðrenn mælt verður til at taka í hondina á hvørjum øðrum aftur. Tí fara hesi fólkini at bíða leingi, sigur Andreas Steenberg, framsøgufólk hjá Radikale Venstre í útlendingamálum.
Sambært Ritzau, ætla Radikale Venstre at bera fram uppskot um at strika kravið um lógvatak, um stjórnin ikki tekur eina avgerð í komandi viku.
Det Konservative Folkeparti ynskir tó ikki at strika kravið um lógvatak – fyribils. Men um hendan koronakreppan varar leingi afturat, kann flokkurin taka undir við einari fyribils loysn, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald