Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.248, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.
Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði á umleið 1.200-1.250 fólk árliga, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis, og er nú komin upp á 1.838 fólk árliga. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.
Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 530 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 439 í 2001 vend til eina positiva nettoflyting upp á 590 í 2018.
Burðaravlopið munandi størri
Samanborið við 2017 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nógv størri í 2018, 293 í fjør móti 209 fyrra árið. Hetta kemur av, at føðitalið var 28 fleiri og deyðatalið 56 færri. Burðaravlopið varð sostatt 84 størri.
Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum í fjør eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 236 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av drongjum í føðitalinum við 8 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 43, so samanlagda úrslitið varð 201 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald