Førdi Danmark veruliga hybridkríggj móti sær sjálvum? Hesin spurningurin verður settur í einum dokumentari, sum Danmarks Radio hevur gjørt.
Dokumenterurin snýr seg um tað, sum hendi í september í fjør, tá floghavnin í Keypmannahavn mátti steingja fyri allari ferðslu, tí dronur vórðu sæddar í loftrúminum yvir floghavnini. Seinni hesa somu vikuna vóru fráboðanir um dronur fleiri staðni, og í einum føri varð skotið eftir hesum dronum. Men dokumentarurin setir nú spurnartekn við, um ‘objektið’, sum skotið varð eftir, kanska var eitt rutuflogfar hjá norska flogfelagnum Widerøe, sum var á veg úr Bergen til Billund.
Álop á Danmark
Ávaringarnar vóru álvarsligar hjá donsku stjórnarlimum, tá tey greiddu frá íkomnu støðuni. Mette Frederiksen, statsministari, kallaði tað eitt álop á Danmark, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, sammetti støðuna við tað, sum hendi í USA 11. september 2001.
Les eisini: - Hetta er eitt álop á Danmark
Tað varð ikki beinleiðis peikað eftir Russlandi fyri at standa aftan fyri ‘álopið’. Men illgrunin var týðuligur.
Í dokumentarsendingini ‘Droner over Danmark’ verður víst á, at myndugleikarnir enn tann dagin í dag ikki hava víst á nakað prógv yvirhøvur, at tað í veruleikarnir vóru dronur yvir Danmark í fjør heyst.
Ongin frágreiðing
Rasmus Dahlberg, ið er lektari í samfelagstrygd á Roskilde Universiteti undrast í sendingini á, at danska stjórnin ikki enn er komin við eini frágreiðing til almenningin um hvat tað var, sum hendi í september í fjør.
- Bæði sum borgari og sum granskari undrist eg á, at myndugleikarnir og stjórnin ikki hevur víst nakran áhuga fyri at geva almenninginum eina frágreiðing, sigur hann.
- Eftir hesa villu vikuna síðst í september hava vit ein kollemtivan tørv á at fáa okkurt slag av enda á hesum, sigur hann.
Rasmus Dahlberg hevur enn ikki sæð nakra trúverduga skjalprógvan fyri, at talan var um dromur. Tí kann hann ikki avvísa tankan um, at tað als ikki var talan um dronur.
- Um hetta scenarie er satt, so merkir tað, at tann retorikkurin, ið varð nýttur – har tosað var um eitt álop og samanbera við 11. september – at vit í veruleikanum førdu eitt hybridkríggj móti okkum sjálvum. Tí so hava vit loypt ræðslu á fólkið, spjatt ótta og hava skapt misálit á myndugleikarnar.
- Eg má siga, at eg vóni, at tað var talan um dronur. Tí at føra hybridkríggj móti okkum sjálvum er tað býttasta, vit kunnu gera, sigur Rasmus Dahlberg.
Hann er ikki tann einasti, sum hevur hendan illgrunan. Dronuserfrøðingurin Toke Suhr, sum eigur dronuhandilin, droner.dk, vísir á, at eingi prógv eru løgd fram, um at talan var um dronur.
Hetta hóast fleiri sjónbandabrot hava verið víst av møguligum dronum.
Men hetta hevur ikki sannført Karsten Marrup, ið er majorur og ovasti fyri ‘center for luft- og rumoperationer’ á danska verjuakademinum
- Nakrar av eygleiðingunum – observasjónunum – ið hava verið vístar, hava ikki verið dronur, men flogfør, staðfestir hann.
![]()
Alt bendir á, at tað var eitt flogfar, sum hetta, ið varð hildið at vera ein drona yvir Borris Skydeterræn. Myndin er av Widerøe-flogfari, sum lendir í Vágum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Skutu eftir ferðafólkaflogfari
Rasmus Dahlberg vísir serliga á eina hending, sum hann heldur, at myndugleikarnir áttu at greitt nærri frá.
Og hon snýr seg um eitt flogfar.
Tað var tá danski verjan skjeyt eftir nøkrum, sum tey hildu vera eina dronu, í loftrúminum yvir hernaðarøkinum Borris Skydeterræn í Jútlandi.
Um sama mundið, sum skotini fullu, var eitt flogfar hjá Widerøe í økinum yvir Borris Skydeterræn á veg úr Bergen til Billund, sum liggur 30 kilometrar burtur.
- Nógv týðir uppá, at norska ferðafólkaflogfarið hevur spælt ein týðandi leiklut í hendingini, og tað átti at verið áhugi at fingið greiði á øll viðurskifti í sambandi við hesa hending, heldur Rasmus Dahlberg.
DR hevur fingið innlit í innanhýsis skjøl hjá donsku verjuni, har staðfest verður, at ongin vandi var fyri, at skotini hava kunnað rakt flogfarið, sum fleyg í 2.000 metra hædd.
- Íðan, so var tað bert heppið, at flogfarið fleyg so høgt, staðfestir Rasmus Dahlberg.
Fyri hann snýr tað seg um, at tað ikki verður skapt misálit til myndugleikarnar, men hann óttast fyri, at tað er júst tað, sum hendir.
Fyri Karsten Marrup á verjuakademinum er tað eitt, sum er greitt:
- Okkum tørvar útgerð til at kunna staðfesta, um nakað er har, og hvat tað er. Um tað eru dronur, sum ikki skulu vera har, so eiga vit eisini at hava møguleika fyri at berjast móti teimum.
Fólkatingsvalið útsetti frágreiðing
Danska stjórnin hevur alla hesa tíð hildið fast um, at tað vóru dronur yvir Danmark. So seint sum í valstríðnum segði Mette Frederiksen, at “stjórnin ikki hevði orsøk at ivast í tí”.
Sama dag, sum fólkatingsval var útskrivað, skuldi tað annars koma ein frágreiðing um dronutilburðirnar, ið skuldi leggjast fyri flokkarnar aftan fyri verjusemjuna. Men hetta varð útsett.
Nú verður sagt, at henda frágreiðingin bíðar til nýggj stjórn er komin upp á pláss í Danmark. Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri – sum nú stendur fyri samráðingunum um nýggja stjórn – hevur borið upp á mál, at partar av hesi frágreiðing verða lagdir fram í trúnaði, og verða tí hildnir aftur fyri almenninginum.
Nakrar av greinunum í sambandi við 'dronuálipið' á Danmark:
Flogvøllurin í Kastrup stongdur
Óvist hvør sendi dronur yvir floghavnina
Mette F: - Álvarsligt álop á kritiska undirstøðukervið
Aftur dronur í donskum loftrúmi: Nú er galið í Aalborg
- Hetta er eitt álop á Danmark
Ólógligar dronur yvir Karup floghavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald