2021-09-26 15:15

Løgreglan hevur handtikið fleiri fólk í sambandi við eldin á Stykkinum í gjárkvøldið. Tað veit Útvarpið at siga.
Eldur kom í trý hús – tvey vanlig sethús og eitt summarhús. Húsini eru illa farin, men eingin fólkaskaði var.
Málið verður kannað sum eldáseting, men ikki er greitt, um eldur var ásettur í øllum trimum húsum, ella um eldurin breiddi seg.
Sí eisini: Myndir: Húsini eru illa farin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald