Innanlands

Fleiri føroyingar kunnu vinna norðurlendska virðisløn í kvøld

Virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í Oslo í kvøld

Bárður Oskarsson er tilnevndur barnabókvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri bókina Træið

Bárður Oskarsson er tilnevndur barnabókvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri bókina Træið

2018-10-30 10:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri føroyingar eru í uppskoti til at vinna, tá virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í kvøld.

Í alt eru føroyingar við í fimm ymiskum virðislønarbólkum. Jóannes Nielsen er í uppskoti til bokmentavirðislønina fyri yrkingasavnið Gudahøvd, Hamferð er í uppskoti til tónleikavirðislønina, Bárður Oskarson er í uppskoti til barnabókavirðislønina fyri bókina Træið, Rakul Helmsdal er saman við tvimum øðrum rithøvundum í uppskoti til barnabókavirðislønina fyri bókina Skrímsl, sum er útgivin í Íslandi, og Fyritøkan Green IQ er í uppskoti til umhvørvisvirðislønina.

KVF sendir virðislønarhandanina beinleiðis á heimasíðuni, og hon verður send í sjónvarpinum beint eftir Dag og Viku klokkan 18.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder