Jólini hava higartil verið friðarlig hjá løgregluni. Tað staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fyrrapartin 1. jóladag, eftir at hann hevur ynskt miðlaumboðunum eini gleðilig jól.
Veðrið var annars heldur ófantaligt ymsastaðni jólaaftan; við nógvum avfalli og heilt fitt av vindi.
Vaktleiðarin staðfestir eisini, at fleiri fólk ringdu inn og boðaðu frá, at nógv vatn var á vegnum. Hetta var serliga í høvuðsstaðarøkinum.
Tí kom eitt slag av áheitan út frá løgregluni um at koyra hampiligt. Hetta serliga á sosialar miðlar.
Tað hava fólk helst tikið til sín: Í øllum førum varð einki óhapp fráboðað í gjár, 24. desember - ei heldur hevur nøkur skaðafráboðan verið vegna vind higartil á jólum, upplýsir vaktleiðarin.
Veðrið er gott í løtuni, men sagt verður frá vaksandi vindi sum 1. jóladagur líður.
Sí eisini: Smyril broytir ferðaætlan jóladag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald