Uttanlands

Fleiri heimsleiðarar droppa COP29

At luttaka á ársins ST-veðurlagsráðstevnu verður spill av tíð, sigur uttanríkismálaráðharrin í Papua Nýguinea, eftir at leiðarar í m.a. USA, Kanada, Týsklandi, Niðurlondum, og Fraklandi hava givið avboð

ST-veðurlagsráðstevnan COP29 verður í Baku í Aserbadjan í døgunum 11. til 22. november (Mynd: EPA)

ST-veðurlagsráðstevnan COP29 verður í Baku í Aserbadjan í døgunum 11. til 22. november (Mynd: EPA)

2024-11-10 13:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin byrjar ST-veðurlagsráðstevnan COP29 í Aserbadjan, men ein rúgva av heimsleiðarum hava givið avboð.

Amerikanski forsetin, Joe Biden boðaði fyrst í hesum mánaðinum frá, at hann ikki fór at luttaka, av tí at ráðstevnan var stutt eftir forsetavalið.

Stjórnarkreppa er í Týsklandi, og tí boðaði týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz fríggjadagin frá, at heldur ikki hann fór at luttaka á ráðstevnuni.

Niðurlendski forsætisráðharrin, Dick Schoof hevur givið avboð orsakað av álopinum á ísraelskar fótbóltsfjepparar í Amsterdam, og franski forsetin, Emmanuel Macron hevur givið avboð fyri at mótmæla, at ráðstevnan verður hildin í Aserbadjan, orsakað av stríðnum millum Aserbadjan og Armenia.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen luttekur heldur ikki. Í staðin verður ES umboðað av m.ø. ES-forsetanum Charles Michel.

Bretski Charles kongur, sum annars er kendur fyri at vera veðurlagsstríðsmaður, er við at koma fyri seg eftir krabbameinsviðgerð, og luttekur hann tí heldur ikki, og sambært miðlinum Euronews verður ráðstevnan eisini uttan luttøku frá stats- og stjórnarleiðarum úr m.a. Japan, Avstralia, Kanada, Suðurafrika, Meksiko og India.

Á COP29 skulu londini annars umrøða, hvussu nógva fígging tey vælbjargaðu londini skulu lata fyri at stuðla veðurlagsstríðnum í fátæku londunum.

Í dag er málið, at fátæku londini skulu hava 100 milliardir dollarar árliga til at minka um teirra útlát og tillaga seg til veðurlagsbroytingarnar, men á ráðstevnuni skal semja finnast um eitt nýtt mál.

Justin Tckatchenko, uttanríkismálaráðharri í landinum Papua Nýguinea sigur, at COP29 veðurlagsráðstevnan er spill av tíð. Fyri at mótmæla mótviljan hjá stóru londunum at veita skjóta hjálp til offur fyri veðurlagsbroytingar, ætlar hann sær heldur ikki at luttaka.

Sambært Ritzau fer Taliban-stýrið í Afganistan tó fyri fyrstu ferð at senda umboð til veðurlagsráðstevnuna. Tað er tó ógreitt, um tað bert verður sum eygleiðarar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder