
Í fjør varð samtykt at fara undir fleiri lendisgøtur í høvuðsstaðarøkinum – m.a. í Hoydølum, Sortudýki, Gundadali, Sandagerði, við Hoyvíksvøll, í Havnardali og við Hvítasand.
Vegna starvsfólkatrot varð tó ikki farið undir fleiri av gøtunum í fjør, og nú eru onkrar gøtur komnar aftrat, eitt nú við Stórutjørn.
Tórshavnar kommuna skrivar, at umsitingin mælir til at játta fýra milliónir til at fara undir at bjóða hesi arbeiði út og seta tey í gongd. Hetta varð samtykt í fíggjarnevndini í dag, og málið kemur fyri býráðið hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald