Uttanlands

Fleiri lond í Evropa snýtt fyri milliardir

Umfatandi frágreiðing avdúkar snýt fyri minst 410 milliardir krónur

2018-10-18 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein røð av evropeiskum londum eru snýtt fyri eina umfatandi milliardaupphædd í vinningsbýtisskatti. Danmark er eitt av londunum. Dannmark er snýtt fyri minst 12,7 milliardir krónur, skriva Danmarks Radio og Politiken.

Nýggju lond eru rakt í hesum stóra skattasnýtaramálinum, har snýtt er fyri áleið 410 milliardir krónur tilsamans. Snýtið er gjørt av einum neti av fólkum innan fíggjarheimum, o fleiri av heimsins allar størstu peningastovnum eru innblandaðir í málið, skrivar miðlarnir.

Málið verður lýst í eini umfatandi frágreiðing frá týsku løgregluni. Danmarks Radio og Politiken hava fingið innlit í frágreiðingina, sum er á 180.000 síður, skrivar Ritzau.

Miðlarnir hava í meira enn eitt hálvt ár kannað upplýsingarnar í samstarvi við Le Monde, Reuters, Die Zeit, ARD og 12 aðrar evropeiskar miðlar. Kanningararbeiðið er samskipað av týska granskingarfelagsskapinum Correctiv.

Skattasvikið snýr seg í lættasta føri um ikki at hava goldið skyldugan skatt. Í frekastu dømunum er talan um at hava fingið goldnan vinningsbýtisskatt afturgoldnan upp í tíggju ferðir.

- Hetta er eitt stórt svikabragd. Vit eru snýtt, sigur professarin í fígging á Aarhus Universiteti, Peter Løchte Jørgensen, sum hevur kannað part av tilfarinum við Danmarks Radio.

Tilfarið avdúkar hvussu Sanjay Shah, sum eftir øllum er høvuðsmaður handan milliardasnýtið móti danska statskassanum, eisini er høvuðsmaður í einum altjóða neti av fíggingarfólkum og stórbankum.

Skjølini avdúka hvussu snýtið serliga er farið fram í Týsklandi, har virksemið í fleiri førum er góðkent beinleiðis av ovastu leiðsluni í bankunum.

- Talan er um ógvuliga avanserað og torskild lógarbrot á allar hægsta støði støði. Og talan er um umfatandi lógarbrot, sigur Morten Niels Jacobsen, statsadvokatur og ovasti fyri bakmansløgregluna við Danmarks Radio.

Tey raktu londini eru Danmark, Noreg, Týskland, Holland, Belgia, Frakland, Eysturríki, Sveits og Italia, og peningastovnarnir, sum eru innblandaðir eru Barclays, Merrill Lynch, JP Morgan, Morgan Stanley, BNP Paribas, Banco Santander, Macquaire Bank og Deutsche Bank.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder