Innanlands

Fleiri sløg av eftirgjørdari móðurmjólk afturkallað

Í desember varð eitt slag av eftirgjørdari móðirmjólk, sum er selt í Føroyum, afturkallað, men afturkallingin er nú víðkað til fleiri sløg, boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá

(Mynd: Nestlé)

(Mynd: Nestlé)

2026-01-06 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðskeiðis í desember varð boðað frá, at Nestlé hevði afturkallað eitt slag av eftirgjørdari móðurmjólk, sum er seld í føroyskum handlum, og nú eru fleiri sløg afturat afturkallað.

Orsøkin til afturkallingina er, at bakterian Bacillius cereus er funnin á einari av framleiðslulinjunum.

Bacillu cereus kan gera sporar, sum viðføra spýggju ella búkilsku, kvalmu, spýggju og diarré, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum mælir borgarum, sum hava vøruna til at beina vøruna burtur ella lata hana aftur haðani hon er keypt.

Vørurnar, sum eru afturkallaðar:

NAN EXPERTPRO Sensilac 1, 800 g modermælkserstatningspulver i dåse,
DK Batchnummer: 53030346AB, 51320346AD, 51550346AC, 51680346AD, 52670346AC
EAN: 8445290170408

NAN PRO 1, 800 g modermælkserstatningspulver i dåse
DK Batchnummer: 52630346AC, 52630346AE, 51730346AA, 51200346AL
EAN: 8445290382825

NAN PRO 1 Drikkeklar, 200 ml, single
DK Batchnummer: 52940295M
EAN: 8445290748133

NAN SENSILAC 1 Drikkeklar 200ml, single
DK Batchnummer: 53030295M
EAN: 8445291012820

NAN EXPERTPRO HA 1 800g pulver
DK Batchnummer: 52810742F1, 51690742F4
EAN: 8445291160798

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder