Uttanlands

Fleiri smálutir enn ikki komnir uppá pláss

USA og ES hava gjørt eina rammuavtalu um handil, men enn er semja ikki gjørd um m.a. toll á brennivín

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Mynd: EPA)

2025-07-28 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at USA og ES høvdu gjørt rammuavtalu um handil, sum m.a. hevur við sær, at ein tollur á 15 prosent verður lagdur á ávísar vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES.

Les eisini: USA og ES gjørt handilsavtalu

Tollurin verður lagdur á m.a. bilar og farmaseutiskar vørur. Semja er eisini um at hava nul toll á ávísar vørur sum eitt nú lutir til flogfør, ávís kemisk evni og ávís sløg av heilivági. Amerikanski tollurin á stál og aluminium verður framvegis 50 prosent.

Enn eru fleiri smálutir, sum semja skal finnast um komandi vikurnar, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen sambært Reuters. M.a. er enn eingin semja gjørd um toll á brennivín.

Sum partur av avtaluni skal ES eisini keypa orku úr USA fyri 750 milliardir dollarar yvir trý ár, og hetta fer at gera ES minni bundið av russiskari olju og gassi, sigur von der Leyen.

Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump skulu ES-lond eisini gera íløgur fyri 600 milliardir dollarar í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder