Uttanlands

Fleiri túsund fólk mótmæla útfaringarforboð í Washington

Tað eru ikki øll, ið eru nøgd við tey tiltøk, sum fleiri guvernørar hava sett í verk fyri at steðga smittuspjaðingini

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-04-20 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í royndini at steðga spjaðingini av koronasmittuni, hava guvernørar í fleiri amerikonskum statum givið fólkið boð um at vera verðandi heima. Men har eru fleiri, ið eru ónøgd við tey tiltøk, sum eru sett í verk, og akta tey tí ikki boðunum.

Uml. 2.500 fólk fóru, hóast útfaringarforboðið, út at mótmæla í Olympia, Washington í gjár.

Í Washington er útfaringarforboðið, sum demokratiski guvernørurin Jay Inslee, hevur sett í verk, galdandi til 4. mai. Eitt slíkt forboð er, sambært fleiri av mótmælisfólkunum, at fara ov langt, og er eingin orsøk til at lata allan búskapin aftur fyri at verja fólk, sum eru í vandabólkinum, halda tey.

– Eg ansi eftir mær sjálvum, og eg burdi havt frælsið til at fara út at arbeiða, taka mær av fyritøkuni og arbeiði mínum, og forsyrgja mína familju, sigur eitt av mótmælisfólkunum við tíðindastovuna Reuters.

Mótmælisfólkini høvdu m.a. skelti, við orðunum "frælsi fyrst", "steðgið harðræði" og "steðgið afturlatingini".

Sambært Jyllands-Posten, tóku nógv av mótmælisfólkunum undir við amerikanska forsetanum Donald Trump, sum áður er komin við atfinningum móti guvernørunum, sum hava latið stat sín aftur.

Men tað var ikki einans í Washington, at fólk skipaðu fyri mótmælistiltøkum. Mótmæli var eisini í Annapolis, Maryland, men har vóru mótmælisfólkini tó verðandi inni í bilum sínum, og veitraðu tey við skeltum gjøgnum vindeygað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder