2019-05-23 16:40
Bæði fríggjadagin og leygardagin eru fleiri vegir í Tórshavn stongdir.
Í sambandi við Rørslufagnaðin fríggjadagin 24 mai, verða hesir vegir stongdir frá kl. 10 til 11:
Niels Finsensgøta, frá Sjúrðagøtu til Hoydalsvegin, Hoydalsvegur til Gundalsvegin og Gundalsvegurin frá R. C. Effersøegøtu til Badmintonhøllina.
Í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 4 ikki eftir Gundalsvegnum, men eftir R. C. Effersøegøtu, og so víðari eftir ferðaætlanini.
Og í s sambandi við kvinnurenning leygardagin 25 mai kl. 16, verður ein partur av Norðara Ringvegi og Eystara Ringvegi, Yviri við Stond, Havnagøta, Áarvegur og Vaglið stongt frá kl. 15.30 til 17.30.
Í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 2 eftir R. C. Effersøesgøtu, Gripsvegnum, Stoffalág og víðari eftir ferðaætlanini.
Leið 3 koyrir eftir Staravegi, R. C. Effersøesgøtu, Norðara Ringvegi, Sundsvegi og Vegnum Langa og víðari eftir ferðaætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald