placeholder
Uttanlands

Flogfarið hevði tekniskar trupulleikar dagin fyri

189 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum datt niður í havið í Indonesia gjáramorgunin

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-10-30 08:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Flogfarið, sum í gjáramorgunin datt niður við 189 fólkum umborð, út fyri Indonesia, hevði trupulleikar við instrumentbrettinum dagin fyri. Flogfarið datt niður stutt eftir at tað fór frá flogvøllinum í Jakarta.

Bretski tíðindamiðilin hevur fingið fatur í logginum, og har sæst, at dagin fyri vóru trupulleikar við at lesa tað, sum stóð á instrumentbrettinum.

Mátarin, sum skuldi vísa hvussu skjótt flogfarið fleyg var óálítandi. Eisini vísti hæddarmátarin hjá kapteyninum eina aðra hædd enn tann hjá fyrsta flogskiparanum.

Ein talsmaður fyri Lion Air, sum eigur flogfarið, hevur sagt, at tekniskir trupulleikar vóru við flogfarinum á túri millum Denpasar í Bali til Jakarta dagin fyri, men at trupulleikin varð loystur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder