placeholder
Uttanlands

Flogfarið við 189 ferðafólkum dottið niður í havið í Indonesia

Hildið verður, at flogfarið er sokkið út fyri indonesisku oynni Java

Bjargingarfólk bera líkposa við fólki frá vanlukkuni (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk bera líkposa við fólki frá vanlukkuni (Mynd: EPA)

2018-10-29 08:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt ferðafólkaflogfar hjá lágprísflogfelagnum Lion Air, við 189 persónum umborð, er í morgun dottið niður í havið. Flogfarið datt niður stutt eftir at tað fór frá høvuðsstaðnum Jakarta í Indonesia.

Ferðafólkið taldi 178 vaksin, eitt barn, tvey pinkubørn, tveir flogskiparar og seks flogtænastufólk.

Hildið verður, at flogfarið er sokkið út fyri indonesisku oynni Java, skrivar DR.

Sambært indonesisku myndugleikunum er enn ov tíðliga at siga um nakar yvirlivdi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder