
Fyrsta flogfarið hjá nýggja íslendska flogfelagnum, Play, kom í gjár til Keflavíkar flogvøll á fyrsta sinni. Áðrenn tað gjørdi seg til at lenda í Keflavík, fleyg blóðreyða flogfarið eina løtu yvir miðbýnum í Reykjavík.
Fyrsti túrur við ferðafólki hjá nýggja flogfelagnum og nýggja flogfelagnum verður í næstu viku, skrivar ruv.is.
Flogfarið er eitt Airbus A321neo, sum kom úr Texas í USA, har tað er innrættað av nýggjum og fingið eyðkenda reyða litin.
Altjóða floghavnin í Keflavík tók ímóti nýggja flogfelagnum við at sløkkiliðsbilarnir gjørdu eitt portur við vatnsstrálum.
Snorri Birgisson, trygdarstjóri hjá flogfelagnum upplýsir fyri ruv.is, at næsta flogfarið hjá felagnum kemur seinni í hesum mánaðinum og tað triðja í næsta mánað.
Tað er júst ein mánaði síðan, at Play fekk endaligu loyvini til at reka ferðafólkaflúgving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald