Uttanlands

Floghavnin í Kabul latin uppaftur fyri innlendis flogferðslu og neyðhjálp

Floghavnin hevur annars verið stongd síðan 31. august

Her standa fólk hjá Taliban á varðhaldi uttanfyri floghavnina í Kabul (Mynd: EPA)

Her standa fólk hjá Taliban á varðhaldi uttanfyri floghavnina í Kabul (Mynd: EPA)

2021-09-05 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er innlendisflúgvingin millum afghanska høvuðsstaðin Kabul og tríggir av størstu býunum í Afghanistan tikin uppaftur umvegis floghavnina í Kabul.

Ariana Afghan Airlines skrivar í fráboðan, at flogfelagið tók flúgvingina uppaftur leygardagin, skrivar Ritzau.

Katar sendi fyrr í vikuni eitt lið av teknikarum til floghavnina í Kabul fyri m.a. at gera flogbreytina í stand aftur, so flúgvingin kundi takast uppaftur.

Hetta merkir, at flogfør við neyðhjálp aftur kunnu lenda í Kabul, sigur sendiharrin hjá Katar í Afghanistan við al-Jazeera.

Floghavnin í Kabul hevur annars verið stongd, síðan USA og hini sameindu londini fluttu tey seinastu fólkini úr Afghanistan 31. august.

Hóast tíggjutúsundatals afghanar vórðu flutt av landinum, sita fleiri túsund enn eftir, sum hava ferðaloyvi men sum ikki náddu at koma til floghavnina. Tey sleppa tó trygt av landinum, hevur Taliban lovað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder