Enn einaferð noyðist írska flogfelagið Ryanair at avlýsa fleiri flogfráferðir vegna verkfall.
Flogskiparar í Belgia, Svøríki og Írlandi fara í verkfall fríggjadagin.
Verkfallið 10. august verður 10. eindags-verkfallið hetta summarið, og møguliga fara flogskiparar í Týsklandi og Hollandi eisini í verkfall.
Sum nú er eru 146 fráferðir til og úr Belgia, Svøríki og Írland avlýstar, skriva DR.
Ryanair hevur eisini boðað frá, at ferðafólk, ið eru rakt av verkfallinum kunnu fáa broytt ferðaseðilin til annað dato ella fáa peningin afturgoldnan.
Bæði flogskiparar og flogtænastufólk hava verið í verkfalli í summar.
Í juli fóru flogtænastufólk í Belgia, Portugal og Spania í verkfall vegna løn, arbeiðsviðurskifti og setanarviðurskifti, og í gjár vórðu 20 írskar fráferðir avlýstar vegna verkfall hjá flogskiparum.
Orsøkin til verkfallið næsta fríggjadag eru hóttanir um skerjingar í Írlandi frá leiðsluni. Leiðslan hevur hótt við at koyra 300 av starvsfólkunum í Írlandi áðrenn veturin 2018.
Ryanair hevur fyrr víst á, at skerjingarnar eru ein fylgja av mongu verkføllunum, sum hetta summarið hava havt neiliga ávirkan á billetsølu og sjálvt trúvirðið hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald