2020-03-09 14:32
Danski politiski flokkurin, sum eitur Alternativet, er um at fara í spønir.
Flokkurin hevur fimm umboð á Fólkatingi í løtuni, og í dag boðaðu fýra av tinglimum floksins, at tey ikki longur eru limir í flokkinum, oghalda fram sum uttanflokkatingfólk.
Teirra millum er stovnarin av flokkinum, Uffe Elbæk, fyrrverandi mentamálaráðharri, sum fyrr í ár tók seg aftur sum politiskur leiðari fyri flokkin.
Hinir tinglimirnir, sum nú eru uttanflokkatingfólk eru Rasmus Nordqvist, Susanne Zimmer og Sikandar Siddique, skrivar blaðið Politiken.
Sostatt er bert ein fólkatingslimur eftir, sum umboðar Alternativet. Tað er Torstein Gejl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald