Tjóðveldi legði sína valskrá fram og kunngjørdi síni valevni mánadagin. Sambandsflokkurin gjørdi tað sama í gjár. Í dag er triði flokkurin í røðini, og í dag er tað ein heilt serligur flokkur.
Ein flokkur, sum ætlar at avtaka fólkatingsessin, men stillar upp til júst fólkatingsvalið alíkavæl. "Koma vit á fólkating, fer sessurin at standa tómur", hevur formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, sagt.
Men Sjálvstýri bjóðar tó til tíðindafund klokkan 10, har framløga av valskránni til fólkatingsvalið á Gamla Apoteki.
Javnaðarflokkurin leggur sína valskrá fram fríggjadagin í Klaksvík meðan Fólkaflokkurin og Framsókn enn ikki hava sent miðlunum kunning um nær teirra valskrá verður løgd fram.
Sí eisini: Video: Sjálvstýri fer at lata sessin standa tóman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald