Síðani koronavirusið covid-19 byrjaði at herja kring heimin hevur verið kjak hvørt tað er rætt at fáa hana út til fólkið, heldur enn at niðurleggja samfeløg í longri tíðarskeið fyri at byrgja smittuna inni sum longst meðan bíðað verður eftir vaksinu ella medisini.
Í Føroyum hevur man valt tað seinna í fyrsta umfari í øllum førum.
- Tað er ikki semja um, hvørt mann skal royna at uppnáa floksimmunitet, tá tað kemur til Covid-19. Ein av orsøkunum til tað er, at tað fer at kosta ov nógv mannalív, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við miðilin hvat.fo.
- Nøkur lond, eitt nú Føroyar, hava tí í mest møguligan mun roynt at byrgja smittuna inni. Hetta hevur verið í vónini um, at innibyrgingin fer at keypa okkum tíð, so at vit kanska megna at finna eina munagóða viðgerð til tey sjúku og seinni eina vaksinu, sum kann loysa trupulleikan, sigur Lars Fodgaard Møller.
Hann sigur við hvat.fo, at í Danmark fer fyrsta bylgja koronaviusinum at raka 20 prosent av íbúgvunum í landinum. Tað er sambært honum ikki nóg mikið at forða einari nýggjari bylgju.
Les eisini: Fer at taka ov langa tíð áðrenn mimmunitetur er í fólkinum og smittan steðgar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald