Tá Símun Niclassen úr Klaksvík á Sjómannadegnum 16. august 2013 sendi fløskupost, hugsaði hann ikki stórvegis meira um tað. Vatnkríggj og annað spennandi var á skránni á Sjómannadegnum, fløskuposturin fór sína leið, og 8 ára gamli Símun hugnaði sær víðari.
Símun er nú 13 ára gamal og gongur í 7a í skúlanum á Skúlatrøð. Fimm ár eru liðin síðani hann sendi fløskupostin á Sjómannadegnum og nú skuldi hesin fløskuposturin vísa seg at gera vart við seg. Símun fekk bræv við postinum nú ein dagin, og í brævinum stóð at lesa, at ein smágenta í Norra hevði funnið fløskupostin.
(Mynd: Sigrun Niclassen)
Smágentan var farin at rudda strondina saman við øðrum á oynni Averøy sunnanfyri Kristianssund, og har fann hon fløskupostin.
Í Niclassen húsarhaldinum gleðast tey um at hava fingið brævið, tí at stuttligt er at fáa bræv heldur enn eitt nú at fáa boð á Facebook.
Ætlanin er nú at senda gentuni á Averøy bræv aftur, og hvør veit, kanska tey fara at halda áfram við at senda brøv millum sín.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald