Einaferð til várs verður helst møguleiki at flúgva beinleiðis millum Vágar og JFK Airport í New York við Atlantsflogi.
Tað er nú rúm tíð farin síðan føroyska tjóðarflogfelagið royndi at fáa floghavnsmyndugleikarnar í New York at geva loyvi til beinleiðis flúgving millum Vágar og JFK Airport, men higartil hevur drigið út við at fáa neyðugu loyvini.
Men nú váttar Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi, fyri amerikanskum miðlum, at flúgvingin væntandi byrjar til várs.
Í grein við Forbes sig hon, at fyrsti flogtúrurin verður einaferð í vár.
Tað er nýggja Airbus A320neo-flogfarið, sum ger tað møguligt at flúgva longu leiðina millum Vágar og Norðuramerika beinleiðis.
Roknað verður við, at nógvir amerikanarar fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamannalandi, tá møguleiki er við beinleiðis flúgving.
Men upp á spurningin, um hetta ikki vil økja um trupulleikan við yvirturismu í Føroyum, sigur Gurðið Højgaard við Forbes:
- Fólk koma higar fyri at finna ró, frið og fríska luft, og tað skulu tey sleppa. Sjálvandi er tað ein avbjóðing at finna javnvágina, og tað hava vit sæð aðrastaðni við. Føroyska ferðavinnan er ung, og vit hava møguleika at velja okkum móti mistøkum, sum onnur lond hava gjørt og læra av teimum. Føroyar eru ikki gjørdar til ferðafólk, tær eru gjørdar til tey, sum búgva her, og tað er tað, sum ferðafólkunum dámar við Føroyum, sigur Guðrið Højgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald