Narkotikanevndin hjá ST, CND, hevur umorðað sína fatan av kannabis. Á fundi í gjár avgjørdi Commission on Narcotic Drugs at taka kannabis av listanum yvir mest vandamiklu rúsevnini. Harvið tekur nevndin eisini tilmælið aftur, sum ræður frá at brúka kannabis í heilivági.
Avgerðin byggir á tilmæli frá heimsheilsustovninum, WHO, sum hevur mælt til at metingin verður tikin upp til endurskoðan.
Higartil er kannabis komið í sama bólk, sum vandamikil opioidir, sum eitt nú heroin. Kannabs verður tó framvegis millum evnini, sum altjóða narkotikanevndin fer at halda eyga við, skrivar finska kringvarpið á netinum.
Av teimum 53 limalondunum, sum vóru við á fundinum í Wien í Eysturríki, atkvøddu 27 fyri og 25 ímóti. Ein limur greiddi ikki atkvøðu.
Avgerðin í nevndini merkir ikki, at limalondini skulu broyta núgaldandi reglur. Lóggávan hjá einstøku londunum er framvegis galdandi. Men ST metir, at avgerðin kann hava ta avleiðing, at lond í størri mun fara at loyva kannabis til heilsuendamál.
Góðkendir kannabisframleiðarar, eitt nú í USA og Kanada, fegnast stórliga um avgerðina, sum kann føra til, at alt fleiri serfrøðingar fara at ásanna jaligu ávirkanina, sum kannabis kann hava á sjúklingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald