Glasir.fo: Lívsleiðirnar hjá tveimum av ársins pisum á Glasi hava verið meira samantvinnaðar enn hjá teimum flestu.
Tær báðar Ró Holm Magnadóttir og Kristina Bergsdóttir Thomsen eru báðar føddar 26. september 2002. Tvey ára gamlar byrjaðu tær báðar í Snjósóljuni á Dagstovninum viđ Landavegin. Tær hava eisini fylgst fólkaskúlárini og byrjaðu báðar í 1. a í Kommunuskúlanum í Kongagøtu. Í 2018 byrjaðu tær báðar í flokki 18b á hugbreytini á Glasi, og mikudagin 23. juni 2021 fingu báðar húgvuna – og báðar við hægsta próvtali.
Á myndunum omanfyri síggja vit Kristina og Ró í barnagarðinum, har tær eisini gingu Lusiagongd saman. Triðja myndin er tikin fyrsta skúladag.
Og nú fingu Ró og Kristina húgvuna á høvdið sama dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald