Innanlands

Fólk í Klaksvík kunnu fara til hús aftur

Átaksleiðslan hevur umrøtt støðuna saman við millum annað veðurkønum og Jarðfeingi, og mett verður at tað er ráðiligt hjá fólki at fara aftur til hús. Tað var fyri beint undir einum samdøgri síðani, at ein umfatandi evakuvering fór fram

Nøkur skalvalop raktu á vestaru síðu á Klaksvík í gjár

Nøkur skalvalop raktu á vestaru síðu á Klaksvík í gjár

2022-12-20 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vóru nøkur skriðulop á vestaru síðu í Klaksvík orsakað av nógva avfallinum, ið kom eftir nógva kavan, sum hevði ligið í nakrar dagar. Lopini raktu nøkur hús og serliga eitt øki hart.

Tíbetur var eingin fólkaskaði, men um døgurðatíð valdi átaksleiðarin, í samráð við fleiri onnur, at tað var best at heita fólk um at fara frá húsum beinanvegin, tí vandi var fyri fleiri skriðulopum. Talan var um fólk, sum búgva á ovastu vegunum í Klaksvík, Ánunum og á Norðoyri.

Les eisini: 
Undantaksstøða Undir Brúnni í Klaksvik
Heita á fólk um at fara frá húsum


Hetta var ein umfatandi evakuvering, ið løgreglan eisini hjálpti við seinnapartin. Omanfyri nevna økið fevnir um ógvuliga nógv fólk, sum seinnapartin og í gjárkvøldið hildu til hjá familju ella vinfólki aðrastaðni. Ítróttahallirnar og seinni KFUM vórðu eisini sett fram sum tilhaldsstøð.

Í gjárkvøldið varð tað ikki mett at vera ráðiligt, at fólk fóru til hús aftur. Hetta tí at nógv avfall stóð til at koma niður seint í gjárkvøldið, og at vandin ikki var av.

[object Object]
Fyrra stóra skriðan (Mynd: Eyðbjørn Jacobsen)

[object Object]

[object Object]Tað sá einki serligt út Undir Brúnni í gjár

Tað er tó eingin skriða lopin í Klaksvík í útvið eitt samdøgur, og fyri lítlari løtu síðani skrivaði Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, at fólk kunnu fara aftur til hús.

- Átaksleiðslan hevur í morgun umrøtt støðuna, við m.a. veðurkønum og Jarðfeingi, og mett verður, at tað er ráðiligt hjá fólki at fara aftur til hús

Sí eisini: 
Video: Her loypur skriða í Klaksvík
Fleiri myndir av skriðuni í Klaksvik


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder