Hagstova Føroya hevur dagført hagtølini um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum. Nýggju tølini geva eina mynd av nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Hagstovan skrivar, at ójavnin er minni í Føroyum enn í flest øðrum londum.
Mátið, sum verður nýtt til at máta ójavna, kallast Gini-vísitalið. Hetta er eitt ójavnismát, ið gongur millum 0 og 100%. Fyri Føroyar er hetta mátið 22,8 meðan tað er 28,9 í Danmark. Ginið-talið er vaksið spakuliga frá 19,3 í 2009 til 23,3 í 2015 og nú 22,8 í 2016. Gini-talið varð støðugt árini 2012-14.
Færri fólk eru í fátækraváða (undir 60% av mið-inntøkuni) í Føroyum enn flest øðrum londum:10,1% í Føroyum og 8,8 í Íslandi. 12-16% í hinum Norðanlondunum. Hesin parturin er tó vaksin nakað, frá 8,8 í 2009 og 8,5 í 2010 til nú 10,1% í 2016.
Parturin av fólkinum, sum er í fátækraváða (undir 60% av mið-inntøkuni), er størstur í Suðuroy og Sandoy: 15-17% har, mótvegis 9-11% í hinum sýslunum.
Tað er í húskisbólkinum støk uttan børn, at ójavnin í bólkinum sjálvum er størstur: har er Gini-talið 28,8 samanborið við 22,8 fyri øll húski.
Stakir uppihaldarar eru mest í fátækraváða: 63,5% fyri tey, sum hava barn 0-5 ár, og 39,4% fyri tey við barni 6-17 ár, samanborið við 10,1% fyri øll húski.
Eftir aldursbólkum eru tað tey 67 ára gomlu og eldru, sum eru nógv flest í fátækraváða: 26,2%, og er parturin vaksin seinni árini. 67 ár o.e eru tættari uppi undir markinum fyri fátækraváða enn øll hini í fátækraváða.
Fyrivarni skal takast til, at nýggjastu tølini eru fyri 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald