Innanlands

Fólkaflokkurin dregur óttan fyri teim fremmandu inn í valstríðið

’Nei til flóttafólk’ er eitt av vallyftunum til Fólkatingsvalið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-24 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast spurningurin um flóttafólk í Føroyum ikki hevur verið nógv frammi í føroyskum politikki, so er líkt til, at hetta verður eitt av evnunum í valstríðnum til Fólkatingið.

Fólkaflokkurin legði í dag fram sína valskrá, og her var ”Nei til flóttafólk í Føroyum” eitt av lyftunum.

Ikki tað ovasta, væl at merkja, men tað fjórða av fýra lyftum.

- Vit síggja avleiðingarnar av førda politikkinum í londunum uttan um okkum. Vit ynskja ikki eitt Nørrebro í gongugøtuni í Havn og eitt Suðursvøríki uppi í býnum. Tí siga vit nei til flóttafólk í Føroyum, men ja til at hjálpa teimum á staðnum. Fyri ein flótta í Føroyum, kunnu vit hjálpa 10 ella 100 á staðnum, so tað vilja vit heldur gera, segði Jørgen Niclasen, floksformaður millum annað, tá hann legði fram valskránna hjá Fólkaflokkinum í stásiliga salinum hjá Starvsmannafelagnum, Smæruni.

Virknan politikk
Ætlanin hjá Fólkaflokkinum á Fólkatingi er at føra politikk, lovaði formaðurin undir framløguni, og sigur seg soleiðis at hava eina heilt aðra tilgongd til fólkatingsarbeiðið enn hinir flokkarnir.

- Við A-liðnum her fáa tit verulig politisk úrslit á fólkatingi og ikki ein tóman stól, sum tit fáa, um onkur annar verður valdur á ting, segði Jørgen Niclasen.

Formaður Fólkafloksins heldur lítið um tað, sum verandi fólkatingsumboð hava avrikað á danatingi:

- Tað hevur verið sjálvprofilerandi politikkur uttan úrslit. Alt er farið upp í ráðstevnur og reisur.

- Øðrvísi var tá Óli Breckmann umboðaði okkara flokk á Fólkatingi, tá komu verulig úrslit burturúr, segði Jørgen Niclasen og nevndi undirgrundina og bankaavtaluna til eitt virði á 2,5 milliardir krónur.

Ovasta lyftið hjá flokkinum er at tryggja eina lóggávu, sum hóskar til føroysk viðurskiftir.

- Føroyar og Danmark eru ikki eins. Tí skulu vit ikki seta viðurskifti í gildi fyri Føroyar við donskum lógum ella ES-lógum, sum ikki hóska til okkara, segði formaðurin og nevndi dømið við heitinum ”sammóðir/medmor”, sum er sníkt inn í føroyska familjulóggávu.

- Okkara umboð skal hava eitt vakið eyga við, at slíkt ikki hendir, segði Jørgen Niclasen.

Burturfluttir føroyingar heimaftur
Annað høvuðsmálið hjá Fólkaflokkinum er at fáa føroyingarnar við serligum tørvi, sum eru flutt av landinum, heim aftur til Føroyar.

Jørgen Niclasen vísti á, at ómøguligt er at fáa at vita hvussu nógv og hvørji hesi eru. Hetta verður ein av uppgávunum hjá einum fólkatingslimi at taka sær av, um talan verður um eitt umboð fyri Fólkaflokkin.

”Fólkaflokkurin ætlar beinanvegin at kanna, greina og skapa grundarlag fyri, at øll skulu kunna koma aftur til Føroya, sum einaferð vóru noydd at flyta. Føroyar skulu vera fyri allar Føroyingar”, stendur at lesa í valskránni.

Inntøkur í loftrúminum
Triðja høvuðsevnið er at yvirtaka loftrúmið.

Sambært Fólkaflokkinum er einki hent á hesum øki seinasta valskeiðið.

- Í løtuni eru vit partur av einum ódámligum býtishandli millum Danmark og Ísland. Hetta vilja vit ikki lata okkum lynda, tí her eru inntøkur at vinna og góð førleikagevandi størv at fáa, segði Jørgen Niclasen.

Hann hevði tikið eina mynd av flogferðsluni við framløguna, tikin eina tilvildarliga løtu.

- Ein og hvør kann fylgja við á Flightradar hvussu nógv flogfør flúgva á okkara øki. Fyri tað rinda tey millum 1.000 og 4.000 krónur. Hetta kundi komið okkum til góðar. Tað flúgva eini hundraðtúsund flogfør gjøgnum føroyskt loftrúm um árið, vísti Jørgen Niclasen á.

13 fólk á listanum
Fólkaflokkurin stillar ikki upp við nøkrum høvuðsvalevni til fólkatingsvalið, segði formaðurin.

- Listin – A-liðið – er høvuðsvalevnið, og so er tað upp til fólkafloksveljaran at gera av, hvør verður valdur, segði Jørgen Niclasen.

Fyri fýra árum síðani, tá flokkurin gjørdist fjórstørstur, var tað Annika Olsen, sum fekk nógv flestar atkvøður, yvir tríggjaf ferðir fleiri enn formaðurin, Jørgen Niclasen. Bæði stilla tey upp aftur til fólkatingsvalið í ár.

Tíggju mans og tríggjar kvinnur eru á listanum:
Jákup Mikkelsen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Jørgen Niclasen
Jógvan á Lakjuni
Jacob Vestergaard
Annika Olsen
Heðin Zachariassen
Brandur Sandoy
Beinir Johannesen
Joan Samuelsen
Símun Jóhannesarson Hansen
Christian Andreasen
Uni Rasmussen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder