Stóra tiltakið millum næmingarnir á Glasi “Stemmuboksing” var á skránni seinnapartin.
Tvey umboð - ein royndur politikkari og ein ungdómspolitikari - vóru fyri allar flokkar, sum stilla upp til løgtingsvalið uttan “Framtakið”, sum orsaka av ósemjum ikki luttók.
Les eisini: Arnfinn á Birtuni steðgaður av vaktarmonnum á Glasi
Næmingarráðið á Glasi skipaði á tiltakinum fyri fýra veljarakanningum. Tann fyrsta snúði seg um hvønn flokk mann ætlaði at velja, onnur kanningin um hvør stóð seg best í kjakinum um fosturtøku, tann triðja um hvør stóð seg best í kjakinum um bústaðarmøguleikar, og tann fjórða spurdi aftur hvønn flokk mann hevði valt.
Áðrenn tiltakið byrjaði vóru tað Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sum flest peikaðu á, meðan heili 15,99 prosent vóru í iva.
Aftaná tiltakið var úrslitið broytt eitt sindur. Bara 3,92 prosent ivaðust nú, og Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin lógu javnt á 24,18 prosentum. 20.92 prosent peikaðu á Tjóðveldi.
Úrslitið skal tó takast við fyrivarni tí í kanningini áðrenn pallborðsfundin vóru tað 494 næmingar, sum luttóku, og eftir pallborðsfundin vóru 153, sum luttóku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald