Innanlands

Veljarakanning: Fólkaflokkurin rennur frá hinum flokkunum

Ongantíð fyrr í nýggjari tíð hevur Fólkaflokkurin havt so stóra undirtøku sum nú, vísir spildurnýggj veljarakanning

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-05 10:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin hevði blivið nógv tann størsti flokkurin á Løgtingi um val var í dag.

Nýggja veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið vísir, at Fólkaflokkurin fær 9 tingsessir um val var nú.

27,5 prosent av spurdu veljarunum siga seg fara at seta krossin út fyri Fólkaflokkin, og hetta er størsta undirtøkan, sum flokkurin hevur havt seinastu 40 árini.

Bert einaferð fyrr hevur ein flokkur fingið so nógvar atkvøður í nýggjari tíð. Tað var á løgtingsvalinum í 1990, tá Javnaðarflokkurin eisini fekk 27,5 prosent av atkvøðunum og heili 10 umboð á tingi.

Sama lutfall millum andstøðu og samgongu
Hóast Fólkaflokkurin gongur fram við einum tingfólki í mun til veljarakanningina, sum vit kunngjørdu fyri 14 døgum síðani, so er lutfallið millum andstøðuna og samgonguna hin sama. Núverandi andstøða stendur at fáa 18 tingfólk, og samgonguflokkarnir 15.

Úrslitið vísir nevnliliga, at flokkurin hjá Aksel V. Johannessen, løgmanni, Javnaðarflokkurin stendur at ganga nógv aftur.

Fyri tveimum vikum síðani stóð flokkurin at fáa 20,5 prosent og 7 tingfólk. Nú er flokkurin fallin 1,8 prosentstig longur aftur, niður á 18,7 prosent og seks umboð á tingi.

Eisini Sambandsflokkurin upplivir eina afturgongd í mun til veljarakanningina fyri tveimum vikum síðani. Sambandsflokkurin fær 17,3 prosent nú og missir eitt umboð í mun til seinastu veljarakanning, tá Listi B stóð til 20,4 prosent.

Hinvegin gongur Tjóðveldi fram. Flokkurin stendur nú til at fáa 20,8 prosent av atkvøðunum. Tað er ein munandi framgongd í mun til veljarakanningina 15. september – 1,9 prosentstig – og flokkurin er nú aftur á sama støði, sum á løgtingsvalinum seinast.

Fyri teir smærru flokkarnar vísir kanningin, at teir fáa sama tingfólkatal sum á kanningini seinast, Sjálvstýri eitt tingfólk og Framsókn og Miðflokkurin er tveir. Men Sjálvstýrið stendur til ag ganga fram, Framsókn aftur, meðan Miðflokkurin stendur í stað.

Úrslitið tykist sostatt at vera, at núverandi andstøðan stendur til at vinna løgtingsvalið. Men tað er Fólkaflokkurin einsamallur, sum vinnur atkvøðurnar, og stendur til eina framgongd upp á tríggjar tingsessir í mun til valið seinast. 

(rættað kl. 12.22)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder