Innanlands

Fólkaflokkurin staðfestir sína støðu sum nógv størsti flokkur

Veljarakanning: Andstøðuflokkarnir standa framvegis til at vinna um løgtingsval var nú

Jørgen Niclasen - stendur til at fáa eitt gott val, hóast úrslitið í veljarakanningini gongur eitt vet aftur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen - stendur til at fáa eitt gott val, hóast úrslitið í veljarakanningini gongur eitt vet aftur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-28 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast rembingar hava verið á politiska pallinum síðan tingið fór í jólafrí, so sæst hetta ikki í álvarsligan mun aftur í svarunum, sum veljararnir geva, tá teir verða spurdir.

Fríggjadagin spurdi Spyr.fo vegna Portalin 500 føroyskar veljarar um, hvar tey høvsu sett krossin, um val var í dag.

Í høvuðsheitum er úrslitið ikki øðrvísi enn tað var á seinastu kanning, sum varð gjørt beint fyri jól, nevniliga, at núverandi samgonga missir meirilutan, og klárar bert at skava 15 tingsessir saman mótvegis 18 til andstøðuna.

Stóri vinnarin, enn sum áður, verður sambært kanningini, Fólkaflokkurin, sum hevur lagt seg á eitt støði millum tey 27 og 28 prosentini, og gerst so nógv størsti flokkurin.

Nýggjasta kanningin gevur Fólkaflokkinum 27,1 prosent av atkvøðunum. Tað er eitt vet minni enn á teimum tveimum seinastu veljarakanningunum, og tí stendur flokkurin eisini til at missa tann 10. tingsessin, sum flokkurin fekk í kanningini, sum varð gjørd beint undan jólum.

Hinvegin, so er tað góð tíðindi fyri minsta flokkin á tingi, Sjálvstýri, sum gongur fram í veljarakanningini, og fær eitt umboð á tingi.

Kappingin um heiðurin sum næststørsti flokkurin tykist nú at harðna millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Á seinastu kanningunum hevur Tjóðveldi havt munin í mun til samgongufelagan, men verður hugt eftir desimalunum, so sæst, at Javnaðarflokkurin hevur eina lítla framgongd á 0,6 prosentstig í mun til seinastu kanning, meðan Tjóðveldið fer eitt vet aftur.

Jaligi tendensurin hjá Javnaðarflokkinum broytir tó ikki upp á, at løgmansflokkurin stendur til at fáa eitt vánaligt val í mun til seinasta løgtingsval, tá flokkurin gjørdist størstur við 8 tingfólkum. Hinvegin vísir úrslitið av kanningini – Javnaðarflokkurin stendur at fáa seks umboð á tingi – veruleikan hjá flokkinum, sum ikki kann telja longur enn til seks á løgtingi eftir at fyrst Sonja Jógvansdóttir fór úr og síðan Kristin Michelsen, koyrdur út.

Les eisini: Tey flestu vilja sleppa at velja av nýggjum

Um hugt verður eftir smærru flokkunum sæst, at Framsókn nú aftur dregur frá Miðflokkinum í stødd, hóast báðir flokkarnir ganga aftur í mun til kanningina, sum gjørd varð undan jólum, tá hesir báðir flokkar vóru eins stórir. Báðir standa tó til at varðveita sínar tveir tingsessir, og tað hava teir eisini gjørt í øllum kanningunum, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin í seinastuni.

Fyri Sambandsflokkin er støðan tann, at tendensurin er uppeftirgangandi. Í oktober fekk Sambandsflokkurin einans 17,3 prosent av atkvøðunum. Nú er talið kvinkað upp á 18,6 prosent, men Sambandsflokkurin er enn tann minsti av ”teimum fýra stóru”.

500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum fór fram fríggjadagin. Tað er framvegis eitt stórt tal av veljarum, 12,7 prosent, sum enn ikki hava tikið støðu fyri hvar krossurin skal setast.

Fyrivarni skal takast fyri eini óvissu í kanningini, sum liggur millum 0,87 og 4,34 prosentstig.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder